Í gjár hækkaðu bæði evropiski miðbankin, ECB, og danski tjóðbankin rentuna. Og BankNordik kunngerð í dag, at tað hevur við sær, at eisini hjá teimum hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur enn eina ferð.
Rentur á vanligum innlánskontum, tað eru lønarkontum og rakstrarkontum, verða ikki broyttar, men rentan á samansparingarkontum og pensjónskontum, hækka upp til 0,85 prosentstig, og útlánsrenturnar hækka upp til 0,50 prosentstig hjá bæði privatfólki og vinnulívi.
Hjá vinnulívinum fær rentubroytingin gildi tann 18. novembur og hjá privatfólki koma hækkingarnar í gildi tann 5. desembur.