Nú gongur betri í Vági

B36 skal svara aftur eftir vónbrotið, sum tað var bara at megna eitt stig á heimavølli ímóti AB

B36 vitjar seinnapartin fyri aðru ferð í ár á Vágseiði. Fyrru ferðina var støðan 3-0 til B36, áðrenn ein hálvur tími var farin. Spurningurin tóktist bara at vera, hvussu stórur sigurin hjá meistarunum fór at vera. Tað endaði 3-1, og heimaliðið slapp væl.

-Nú er okkara lið í heilt aðrari útgávu, enn tað var fyrstu umførini. Tá var liðið ikki samanspælt, og tá høvdu ikki allir útlendingarnir fingið loyvi at spæla. Vit eru ovurfegir um taktiska avrikið og sigurin í Fuglafirði síðsta sunnudag. Vit hava sagt, at tað fyrst og fremst er á heimavølli, at vit skulu vinna stigini, og tí sigur tað seg sjálvt, at tað kom ógvuliga væl við, at vit vunnu í Fuglafirði, sigur Jón Krosslá Poulsen í FC Suðuroy.

Allir FC Suðuroy spælararnir eru tøkir uttan Salmundur Bech, sum framvegis gongur við brotnum fóti.

Líkindini at spæla fótbólt eru hampuliga góð í Suðuroy, har teir í hesum umfarinum einki hava sæð til kava, og har sólin hevur sæð fyrrapartin.

Meðan teir í FC Suðuroy fegnaðust stórliga um sigurin í Fuglafirði, so vóru teir í B36 sera vónbrotnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali, har máltalvan vísti 1-1. AB javnaði í síðstu løtu við brotssparki, sum tað var øgilig misnøgd við í B36 leguni. Tað kostaði fýra gul kort í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, men eingin av sektaðu monnunum er leikbannaður.

-Sunnudagurin var ikki okkara dagur, tí vit vóru illa raktir av sjúku. Tíbetur eru Høgni Eysturoy og Jákup á Borg tøkir aftur, eftir at teir sunnumorgunin góvu avboð orsaka av sjúku, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36.

B36 venjarin roknar við stórari avbjóðing á Vágseiði:

-FC Suðuroy eigur nógvar góðar spælarar, og sunnudagin vóru vit mintir á, at talan er um eitt gott lið. Vit hara fyrireikað okkum væl, og vit ætla okkum at vinna øll stigini í dag, men tað verður stór avbjóðing.

Jónas þór Næs og Alex Mellemgaard eru langtíðarskaddir, og Hanus Thorleifsson er framvegis skaddur. Høgni Eysturoy og Jákup á Borg eru við aftur, eftir at teir sunnudagin góvu avboð orsaka av sjúku. Eftir at hava verið skaðaplágaður í fleiri vikur, er Hanus Thorleifsson tøkur aftur. Hann er á beinkinum ídag.

Merkisvert er tað, at B36 í fyrsta triðinginum av kappingini bara tvær ferðir hevur verið á útivølli. Sjey ferður hevur árstalsfelagið spælt í Gundadali – seks heimadystir og útidyst ímóti HB – og umframt 3-1 sigur í Vági var talan um 3-1 tap í Fuglafirði.

FC Suðuroy hevur 9 stig, og B36 hevur 18 stig.

FC Suðuroy-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00.