Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa og nú er tað farið upp um 53.500 fólk. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at 1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fólk fleiri enn um somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5 prosent.
Orsøkin til fólkavøksturin hetta seinasta árið er bæði tað, at 476 fólk fleiri eru flutt til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum. Men harafturat eru 314 børn fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð, og so stórt hevur burðaravlopið ikki verið síðani 2003, tá ið 705 børn vórðu fødd. Orsøkin er fyrst og fremst, at fleiri børn eru fødd, tí talið á fólki, sum doyggja, stendur mest sum í stað.
Hinvegin sigur Hagstovan, at hesi seinastu trý árini eru ikki so nógv fólk flutt til Føroya, sum áðrenn og tað sæst best aftur í gongdini í juli í ár. Juli plagdi vera tann mánaðurin, har flest fólk flyta til Føroya, men í juli í ár var tilflytingin tann lægsta síðan 2013. Samstundis minkaði fráflytingin eitt sindur í fjør, men nú eru tað aftur fleiri fólk, sum flyta av landinum.
Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har tað vaks 390 fólkum, men størsta afturgongdin var í Vestmanna, har 11 fólk fluttu úr kommununi.
Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk, so búgva 102 fólk í Hovi. Síðani kemur Nes kommuna, sum vaks 50 fólk og tað svarar til ein vøkstur upp á 3,7 prosent. Tað merkir, at nú búgva 1.417 fólk á Nesi.
Størsta minkingin í prosentum var í Fugloyar kommunu, har fólkatalið minkaði eitt fólk, men tá ið fólkatalið er lítið, ger tað stóran mun, tí minkingin er heili 2,6 prosent. Nú búgva sostatt 38 fólk í Fugloyar kommunu.