Nú fiska øll partrolarapørini upsa

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men helst fer onkur út aftur, tá veðurútlini gerast betur.

 

Øll partrolarapørini eru til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. 

 

- Skipini fiska øll upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis er smáligur.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

- Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva í Grønlandi.

 

Sagt verður, at allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men helst fer onkur út aftur, tá veðurútlini gerast betur.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Á svartkalvaveiði við gørnum er fiskiskapurin brúkiligur, men hann er smáligur á havtaskuveiði við gørnum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.