Slóðbrótandi ætlan fyri 1,3 milliardir

– Sev verður ikki býtt sundur, soleiðis sum samgongan ætlaði

##med2##

 

Sev fer nú undir eina heilt slóðbrótandi útbygging í Vestmanna, sum fer at kosta yvir eina milliard. Tað merkir, at nú fer Sev at gera eina pumpu- og framleiðsluskipan ímillum byrgingina í Heygadali og byrgingina uppi á Mýrunum í Vestmanna.

 

Tað merkir, at vatnið, sum rennur úr byrgingini á Mýrunum, rennur oman ígjøgnum eitt vatnorkuverk og ger streym, og síðani rennur tað so í byrgingina í Heygadali. Men tað snilda er, at tá ið tað er yvirskot av streymi frá vindmyllum, verður tann streymurin so brúktur til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingina, so at tað kann brúkast fleiri ferðir.

 

Væntandi fer hetta at útvega eini 55 GWh av streymi um árið og tað er umleið helvtin av vatnorkuni hesi seinastu árini.

 

##med3##

 

Umhvørvisstovan sigur, at ein tunnil verður sprongdur frá eystara parti av byrgingini í Heygadali og niðan á Mýrarnar. Pumpu- og framleiðsluverk verður gjørt 400 metur inni í einum tilgjørdum helli við síðuna av tunlinum. Í dag hevur Sev fingið heimild frá kommunum at taka lán til endamálið og á FM1 í dag greiddi Kári Johansen, stýrisformaður, frá, at talan er um eina ætlan fyri yvir eina milliard.

 

##med4##

 

Tá ið samgongan varð skipað, var ein politisk avgerð, at Sev skuldi skiljast sundur í tvey, har elnetið varð lagt í eitt felag fyri seg. Tann ætlanin hevur fingið stóra mótstøðu - og nú er greitt, at tað verður av ongum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kára Johansen, stýrisformann í Sev, greiða frá málinum.