Nú fer Posta at hækka prísin fyri bløðini

Talan verður um hækkingar millum 34 og 50 prosent fyri útbering av dagbløðum.

 

Um ein mánað hækkar prísurin fyri útbering av føroyskum dagbløðum hjá Posta.

 

Hesum hevur Posta nú boðað bløðunum frá.

 

Og talan er veruliga um príshækking, sum merkist, tí fráboðaða hækkingin verður millum 34 og 50 prosent, alt eftir, hvussu nógvar síður bløðini eru.

 

Tey bløðini, sum eftir eru, skulu rinda prísin fyri tey bløðini, sum Posta ikki ber út longur. Joel undir Leitinum segði við sjónvarpið í gjárkvøldið, at talið á bløðum, sum verða borin út við Posta er minkað niður í ein triðing, og tí mugu tey bløðini, sum eftir eru, rinda prísin fyri tey, sum ikki eru til longur.

 

Hesum mótmæla bløðini harðliga, og tey hava heitt á politiska myndugleikan um at taka málið upp.

 

Uppskotið um miðlastuðul, sum í mong harrans ár hevur verið ávegis gjøgnum politisku skipanina, er nú á veg úr mentanarnevnd Løgtingsins í tingið. Talan er um eina játtan á fíggjarlógini – sum er ein afturbering til privatu fjølmiðlarnar fyri lýsingar í Kringvarpinum.

 

Hjá bløðunum merkir tað, at hesin møguligi stuðul helst verður borin úr Mentamálaráðnum aftur í Vinnumálaráðið gjøgnum Posta.