Fríggjadagin vóru menn frá Búsetur í ferð við at stíva gomlu kioskina á Vaglinum í Havn av, so hon klárar flutningin niðan á Sandvíkarhjalla, har hon skal umvælast og endurbyggjast.
Ætlandi verður tað gjørt fyrsta dagin.
Kioskin er 83 ára gomul og var tað kendi havnarmaðurin Jacob Danielsen, vanliga nevndur G, sum bygdi hana. Dóttir hansara Asta arvaði hana í 1945 og síðani 1948 hevur hon at kalla uttan slit staðið í kioskini, til hon gavst í fjør og seldi kioskina til Gist & Vist.
Lesið eisini: Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu
Kioskin er í sera ringum standi, men ætlanin er, at hon skal umvælast við øllum tí tilfarinum, sum kann endurnýtast. Tá hon kemur oman aftur á Vaglið, ætlanin í apríl, verður hon akkurát soleiðis sum vit øll kenna hana.
Stóri munurin verður tó, at tá fara fólk inn í kioskina at keypa. Soleiðis var eisini av fyrstan tíð. Ein hurð verður gjørd aftur í suðurendan á kioskini, men lúkan verður har tó framvegis.
Tað var kendi arkitekturin H. C. W. Tórgarð, sum teknaði kioskina, sum var bygd á stovugólvinum hjá Jens Næs og sett saman í pørtum á staðnum.
Tað verður Smyrjibreyðsbúðin, sum fer at reka kioskina, og starvsfólkini koma at arbeiða út frá Smyrjibreyðsbúðini.
Upplatingartíðirnar verða frá 9-15 um veturin og 9-18 summarhálvuna. Til tiltøk verður opið dag, kvøld og nátt, til dømis á ólavsøku, Mentanarnátt og so víðari.
Av vørum kunnu nevnast: Kaffilatte, Cappocino, svart kaffi, sodavatn, djús, vatn tvíflís, salat, croissant, kitkat, stimerol, wienerbreyð, muffins, vikubløð, avísir og nógvar aðrar vørur.









