Uttanríkis- og mentamálaráðið fer nú at lata ársins seinna part av stuðlinum til filmsframleiðslu.
– Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Játtanin til filmsstuðul í 2021 er 2,9 mió. kr. Fyrr í ár ein partur av stuðlinum latin, og nú eru 1.290.000 krónur eftir at lata.
Freistin at søkja er 1. september 2021
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur avgerandi orðið at siga, tá ið stuðulin verður latin, og í tveimum førum hava avgerðirnar hjá honum verið umstríddar og nógv umtalaðar. Tað er í teimum førum, tá ið hann hevur verið ósamdur við tilmæli frá ráðgevunum.
Les eisini: Jenis hevði rætt at nokta stuðul til »Skúla Scam«