Nú fer hann at telja grindahval

Føroyar eru við í umfatandi hvalateljing, sum byrjar um tríggjar vikur, har eisini fjarstýrd flogfør skulu brúkast at telja grindahval við

Um tríggjar vikur verður farið undir umfatandi hvalateljingar í Norðuratlantshavi, har eisini føroyingar eru við.

 

Nakað síðani søkti Náttúrugripasavnið eftir skipi í Føroyum til at telja hval við, og Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, sum stendur fyri føroyska partinum, sigur at nú hava tey funnið eitt skip, tey eru sera væl nøgd við.

 

Tað verður Høgiklettur, sum er leigaður at telja hval við og hetta er fyrstu ferð, at vit fáa eitt so stórt skip til taks, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Hvalateljingin, sum farið verður undir síðst í juni, kallast North Atlantic Sightings Surveys, NASS, og er eitt samstarv ímillum Føroyar, Noreg, Ísland og Grønland.

 

Við tað, at øll londini telja, fæst eitt neyvari yvirlit yvir stovnin í øllum økinum, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Føroyski parturin av kanningunum umfatar føroyskt sjóøki, og eitt øki suðureftir, heit suður á 52 stig, men vestanfyri bretkst sjóøki

 

- Ætlanin er at leggja frá landi 29, juni og so telja vit í einar fimm vikur, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Umframt vanligan kanningarhátt, verður kanningin hesa ferð slóðbrótandi, í hesa ferð ætla tey at taka allar nýggjastu tøknina í brúk, nevniliga fjarstýrd flogfør.ð -. – Vit hava ein flogskipara til eitt ómannað flogfar við í kanningunum, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Hann sigur, at endamálið við tí er at taka myndir av grindunum fyri at fáa eina neyvari meting av, hvussu stórar tær eru.

 

- Tað vísir seg, at vit hava ofta lyndi til at undirmeta, hvussu stór ein grind er. Og undirmeta vit støddina á teimum grindum, vit telja, verður avleiðingin eisini tann, at stovnurin verður undirmettur. Tí ætla vit at taka loftmyndir av grindunum at fáa eina neyvari meting av, hvussu stórar tær eru, sigur lívfrøðingurin.

 

Hann sigir, at tey ætla eisini at gera royndir við at skjóta fylgissveinasendarar á hval, tey síggja at vita um tað riggar, so at tey fáa fylgt við hvalinum.

 

Endamálið við kanningunum er at fáa eina neyva stovnsmeting av, hvussu nógv grind er til.

 

- Tá ið vit veiða burturav einum djórastovni, hava vit eisini skyldu til at kanna, hvussu stórur hann er, fyri at tryggja okkum, at veiðan er burðardygg, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Hann sigur, at nú tey fara at telja grindahval, fara tey eisini at skráseta allan annan hval, tey síggja, bæði royður, sildreka, kúlubøku, avgustar, døgling, nýsu, og annan hval.

 

Hendan hvalateljingin er tann sætta, síðani farið var undir tær í 1987.