Tað hevur tikið sína tíð, men eftir drúgvar fyrireikingar og samráðingar um donsku játtanina, sum FarGen hevur fingið, verður nú av álvara farið ígongd við FarGen verkætlanina. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Í hesum døgum lýsir Ílegusavnið eftir tveimum fólkum, sum skulu arbeiða við FarGen verkætlanini. Søkt verður eftir einum verkætlanarleiðari fyri undirstøðu-kervispartin av verkætlanini. Hesin skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum. Starvið er fulltíðarstarv. Søkt verður eisini eftir einum kunningarsamskipara, sum skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at luttaka í verkætlanini. Hetta starvið er hálvtíðarstarv.