Ikki øll fegnast um hvíta teppið, ið liggur yvir landið um dagarnar. Tó so, børnini munnu gleðast, og kanska onkur vaksin við.
Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, hevur tó góð boð at bera teimum, ið eru um at troyttast av kavanum. Sambært veðurforsøgnini fer ættin at snara suðurum mikudagin, og fer hetta at hava lýggjari veður við sær. So líkt er til at kavin fer at bráðna burtur.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av norði, og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og regn av og á. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður frískur vindur av útsynningi, fríggjadagin upp í ein strúk. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum fimm og níggju stig.










