Nú fara teir ungu tónleikararnir at at kappast

Kapping fyri ung, sum spæla klassiskan tónleik, verður hesar næstu dagarnar

 


Hesar næstu dagarnar verður tónleikakappingin Stella Polaris í Norðurlandahúsinum.

Undanumførini vera hósdagin og fríggjadagin og fríggjakvøldið verður almenn kvøldseta, har virðislønir verða lætnar teimum yngru luttakarunum og har finalistarnir samstundis verða kunngjørdir.

Tað er ókeypis atgongd til undanumførini og kvøldsetuna.

Leygarkvøldið verður so sjálv finalan í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

 

Í dómsnevndini eru fimm limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrararnar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

 

Dómsnevndarforkvinna verður íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir. Umframt at undirvísa í tónasmíð hevur Mist Thorkelsdóttir verið leiðari á Iceland Academy of Arts, og er nú leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg.

 

Fyri tónleikagreinina í breiðari merking kemur kendi danski klaverleikarin Katrine Gislinge. Umframt eina yrkisleið sum klaverleikari, solistur og kamartónleikari, hevur Katrine Gislinge eisini verið dómari í fleiri altjóða kappingum. 

 

Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla verður Martin Mouritsen, fyri Føroya Symfoniorkestur, Bernharður Wilkinson, og umboð fyri áhoyrararnar verður Leif Hansen.