Eftir nøkur ár við spentum viðurskiftum partarnar ímillum, verður fundur millum ES og Føroyar í mai, boðar Løgmansskrivsstovan frá í tíðindaskrivi í dag.
Seinastu tíðina hevur fiskivinnan fingið nógva rúmd í almenna føroyska rúminum. Samgongan hevði sett sær fyri at vera komin á mál við einum uppskoti um fiskivinnunýskipan fyrsta februar, meðan Kringvarpið eisini er farin undir at varpa ljós á fiskivinnuna við trýbýttari dokumentarsending.
Á altjóða politiska pallinum, var tað eisini fiskivinnan, sum setti kílar millum Føroyar og ES, sum endaði við, at ES setti í verk bann móti Føroyum. Spentu viðurskiftini millum Føroyar og ES frá 2010 til 2014 forðaðu fyri, at felagsnevndarfundur kundi koma í lag, men nú er líkt til, at fundur verður í vár.
- Vanliga mannagongdin í felagsnevndini hevur verið, at okkara ynski um broytingar eru gjørdar við støði í ynski frá vinnuni. Síðani 2007, tá komið var á mál við málunum, ið vinnan hevði havt ynski um at loysa, hava hvørki Vinnuhús ella aðrir partar av vinnuni heitt á okkum um at taka nýggj mál upp í felagsnevndini. Hetta bendir á, at vinnan hevur verið nøgd við verandi handilskarm við ES. Á felagsnevndarfundinum í vár fara vit at umrøða spurningar um niðursjóðaðan makrel, royktan laks og negativ listan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.