Nú fara flokkarnir at tosa um semjuna

Nú beint eftir døgurða fara teir fýra flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, at tosa saman hvør sær um tað, sum higartil er komið burturúr í samgongusamráðingunum

Nú beint eftir døgurða fara teir fýra flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, at tosa saman hvør sær um tað, sum higartil er komið burturúr í samgongusamráðingunum.

 

– Vit eru komin rættiliga langt. Men enn eru onkur mál, sum vit ikki eru komin heilt á samt um, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari.

 

Hann sigur, at tað ikki eru stórir knútar, men mál, sum flokkarnir nú hvør í sínum lagi fara at tosa um millum klokkan 13 og 14.

 

– Síðani hittast formenninir aftur at taka samanum, sigur hann.

 

Aksel V. Johannesen væntar, at samgonguskjalið skjótt verður klárt.

 

– Kanska ikki í dag, men eg vænti, at tað verður heilt skjótt. Vit hava góða tíð, tí seks dagar eru eftir, sigur hann.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at málið framvegis er, at allir fýra flokkarnir verða við í nýggju samgonguni.

 

Enn hava flokkarnir ikki tosað um málsøkjabýtið – og als ikki um persónar, sum skulu manna landsstýrið. Men har vætnar Aksel V. Johannesen ikki stórar trupulleikar.

 

– Eg haldi, at tað hevði verið flóvisligt, um tað var tað, sum forkom hesi royndini at skipa landsstýrið, sigur Aksel V. Johannesen.