Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, segði við Kringvarpið í dag, at verkætlanin við at projektera ferjuna verður liðugt í næsta mánaði, og í januar komandi ár skal arbeiðið at byggja skipið bjóðast út.
Tað var í februar mánaði í fjør, at landsstýrismaðurin fekk heimild at brúka 50 milliónir til ferjuna, og tá var ætanin, at skipið skuldi byrja sjálva siglingina í september mánaði í 2015. Hetta seinasta verður neyvan veruleiki, men gongst eftir ætlan hesaferð, kann skipið helst fara í sigling í 2016.
Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10-12 persónbilum og tveimum lastbilum.
Enn sum áður verður tað Ternan sum skal røkja Nólsoyarleiðina, til nýggja skipið kemur.