Nú fáa tey endurgjald

Endamálið er at forða fyri, at teir ymsu tónleikafestivalarnir fara av knóranum

Nú er greitt, at teir ymsu tónleikafestivalarnir, sum hava verið noyddir at avlýsa, fara at fáa endurgjald. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, legði uppskot fyri Løgtingið um hetta, og nú Mentamálanevndin hevur viðgjørt málið, er greitt, at tað er full semja um at lata festivalarnir fáa endurgjald.

 

Her er talan um festivalar, sum máttu avlýsast í summar tí tað var ímóti almennu koronu-tilmælunum at samla so nógv fólk á einum stað.

 

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum vísir á, at longu í næsta mánað, ella í desember, fara festivalarnir at selja atgongumerki til næsta summar og harumframt skulu fólk hava møguleika at fáa endurgoldið atgongumerki til festivalar, sum eru avlýstir.

 

Tey, sum fyriskipa festivalar, hava eisini greitt frá, at støðan við koronu hevur elvt til, at undirveitarar teimum seta størri krøv um fíggjarliga enn teir hava gjørt

 

Tí hevur tað týdning, at teir fáa at vita, hvar teir flóta, fíggjarliga og tí má málið um endurgjald avgreiðast sum skjótast. Løgtingið fer aftur at viðgera málið í hesi vikuni og væntandi verður tað avgreitt í næsti viku.

 

Landsstýrismaðurin metir, at útreiðslurnar hjá landskassanum vera í mesta lagi 4,25 milliónir.