Nú er klárt at fara undir arbeiðið at vetrarfriða Eiði fyri seyð um veturin.
Í heyst boðaði Eiðis kommuna frá, at sáttmáli um vetrarfriðing varð gjørdur Suðurhelvt, sum er annar av tveimum hagapørtum, sum hevur rætt til vetrarbit á Eiði.
Og í morgun boðar kommunan so frá, at nú er sáttmáli um vetrarfriðing eisini gjørdur við Norðurhelvt, sum er hin hagaparturin ið hevur vetrarbit í bygdini.
- Nú sáttmálarnir eru komnir undir land, er klárt at vetrarfriða, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.
Hann ásannar, at arbeiðið at vetrarfriða er drúgt, men eftir ætlan verður farið undir tað í summar.
Hann sigur, at bygdaráðið fekk eina játtan upp á 1,2 milliónir at brúka til endamálið, og tann játtanin heldur.
Kommunan og hagapartarnir hava avrátt, at peningurin verður goldin aftur yvir fýra ár.
Tað, sum er eftir at avgreiða, eru smálutir, eitt nú skal støða takast til, hvar rulluportur skulu vera, sigur borgarstjórin.