Nú fáa okkara møguleikan

Útlit eru fyri, at bæði Brandur H. Olsen og Gilli Sørensen byrja inni, tá FCK og AaB í morgin møtast

Fjórðseinasta umfar í bestu donsku deildini er í morgin á skránni. FC Midtjylland er longu nú, so gott sum danskur meistari. Teir eru longu nú 12 stig á odda, umframt at teir hava væl betri málmun enn FCK.

 

Tí kann hugsast, at FCK venjarin, Ståle Solbakken, kemur at geva onkrum ungum leikarum møguleikan til teir dystirnar, sum FCK hevur eftir. Tá Brandur H. Olsen avgjørdi steypafinaluna fyri góða viku síðani, úttalaði FCK venjarin seg um, at Brandur H. Olsen kom at fáa møguleikan til onkran av teimum seinastu dystunum í kappingarárinum. Tí eru útlitini góð fyri, at Brandur H. Olsen møguliga kann vera millum teir fyrstu 11 á FCK liðnum í morgin.

 

FCK skal í morgin spæla móti AaB, har hin føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, er partur av hópinum. Og har tykist meira greitt, at Gilli Sørensen í morgin, kemur at fáa møguleikan frá byrjan. Heimasíðan nordjyske.dk skrivar í øllum førum í kvøld, at sambært taktisku venjingini hjá AaB í dag, so er líkt til at Gilli Sørensen byrjar inni á vinstra bakki í morgin.

 

Dysturin millum FCK og AaB verður spældur í annaðkvøld klokkan 19:00 føroyska tíð. Sjónvarpsrásin Tv3Sport1 á Televarpinum vísir dystin.