Nú verður eisini farið undir at gera eina rennibreyt í Klaksvík. Og harafturat skal somuleiðis ein fótbótsvøllur gerast afturat.
Tað er stykkið ímillum Tekniska skúla og KFUM, beint við fótbóltsvøllin, sum skulu brúkast til endamálið.
- Ætlanin við hesum økinum er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvøllir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í almennari fráboðan í morgun.
Ætlanin er, at rennibreytin og nýggi fótbóltsvøllurin skulu standa klár til nýtslu í 2019, og borgarstjórin fortelur, at ognartøkan nú verður framd fyri at tryggja, at tíðarætlanin kann haldast.
- Hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Treysti og frælsa ítrottin yvirhøvur, umframt KÍ, sum er størsta ítrottarfelag í bynum, og tí fer hetta at gagna einum sera stórum parti av borgarunum í býnum, sigur hann.
Hann sigur, at býráðið fer at ráðføra seg hjá teimum, sum skulu brúka rennibreytina og fótbóltsvøllin fyri at fáa eitt so gott úrslit sum tilber.










