Nú fáa hoyvíkingar sín kirkjugarð

Eg fegnist um, at vit í býráðnum í kvøld hava samtykt, at gera kirkjugarð í Hoyvík. Byggi- og býarskipanarnevndin hevur arbeitt miðvíst við hesum máli í býráðnum, og tað er ordiliga gleðiligt, at tað nú er samtykt.

 

Avgerð er tikin um, at Tórshavnar kommuna keypir eitt øki á 35.000 fermetrar til endamálið, og eftir ætlan byrjar arbeiðið í 2016.

 

Hoyvík er ein býur, har vøksturin í fólkatalinum er stórur, tí eiga vit í Tórshavnar býráð, at virka fyri, at hesin partur av Tórshavnar kommunu, fær bestu karmar at vaksa í. Ein kirkjugarður er ein natúrligur partur av samfelagnum, og ein tílíkur eigur sjálvandi at liggja í Hoyvík.

 

Bogi Andreasen,

býráðslimur fyri Fólkaflokkin