Nú verður tað at tær familjur, sum eru ringast fyri, fara at fáa fíggjarliga hjálp at liva av. Nú eru nevniliga ikki minni enn tvey uppskot lagt fyri Løgtingið at veita teimum familjum, sum eru um ein háls av príshækkingunum, ein fíggjarligan stuðul.
Sambandsflokkurin eigur annað uppskotið, sum er at lata teimum fátækastu familjunum eina upphædd upp á 12.000 krónur. Tað hevur ongan møguleika at verða samtykt, tí hitt uppskotið hevur samgongan lagt fram, so tað er tað, sum fer at verða samtykt.
Endamálið er at minka um ringastu avleiðingarnar av príshækkingunum, sum hava verið hetta síðsta árið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur lagt uppskotið fram.
Í hesum sambandi kunnu húski við lágum inntøkum, og sum heldur ikki hava ognir av týdningi, fáa ein fíggjarligan stuðul upp á 12.000 krónur, sum verður útgoldin eina ferð.
Men harumframt hækkar vanliga familjuískoytið eisini 750 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið, frá 1. juni til 31. desembur í ár.
Kreppuhjálpin í fjør hjá undanfarnu samgongu, varð kallaður oljustuðul og hann var treytaður av, at fólk høvdu oljufýr. Tað var funnist at hesum, tí tað avmarkaði møguleikarnar hjá fólki, sum búgva til leigu, at fáa hjálp, og tey, sum høvdu hitapumpu, kundu heldur ikki fáa hjálp, sama hvussu illa fyri tey annars vóru.
Tí verður tað ikki soleiðis hesa ferð, at tað bara eru tey, sum hava oljufýr, sum kunnu fáa hjálp. Prísurin á olju er lækkaður nakað aftur, men prísurin á gerandisvørum, og øðrum vørum og tænastum, heldur fram at hækka, sigur landsstýriskvinnan.
Hjálparískoyti er 12.000 kr., sum kann útgjaldast eina ferð og øll sløg av húskjum kunnu søkja um hjálparískoyti. Einastu treytir er, at inntøkan, og ognirnar, skulu ikki vera ov stórar.
– Tað er sostatt ikki ein treyt fyri at fáa hjálp hesa ferð, at húskið skal hava børn ella búgva í bústaði, ið er upphitaður við olju.
Tey sum kunnu fáa stuðul eru.
– Er ein vaksin í húskinum, skal inntøkan vera undir 290.000 krónur um árið.
– Eru tvey, ella fleiri, vaksin í húskinum skal inntøkan ikki fara upp um 440.000 krónur um árið, tilsamans.
– Eru eitt, ella tvey, vaksin í húskinum skulu tey ikki eiga meiri enn 50.000 krónur, tilsamans.
– Eru trý, ella fleiri, vaksin, skulu tey ikki eiga meiri enn 70.000 krónur, tilsamans.
Men nú er eitt undantak, og tað er, at eru tað ung fólk, undir 23 ár, ið búgva heima hjá foreldrunum, kunnu tey eisini eiga upp til 50.000 krónur - uttan at tað verður talt upp í ognina, tá ið metast skal um um tey hava rætt til stuðul.











