Nú fáa 3000 føroyingar rokning frá Taks

Teir hava goldið ov lítið í fjør

Einir 3000 føroyingar fáa nú eina rokning frá Taks. Orsøkin er, at teir hava goldið ov lítið í eftirløn í fjør.

 

Men tað fáa teir nú eina rokning fyri, og tilsamans skulu teir rinda 6,7 milliónir krónur.

 

Tey flestu, sum hava goldið ov lítið, eru fólk við B-inntøku, ið tey ikki hava goldið eftirløn av.

 

- Talan kann vera um inntøku úr útlandi, um inntøku av egnum virki ella frá húsaleigu.

 

Eftir lógini skal eftirløn rindast av allari slíkari inntøku, sigur Taks. Í fjør skuldi 1 prosent av allari inntøku rindast í eftirløn.

 

Tá ið tey hava goldið rokningina, tekur Taks eftirlønarskattin av, og flytir restina á eftirlønarkontuna hjá borgaranum.