Volodymyr Zelensky og kona hansara hava vitjað í danska Fólkatinginum í morgun. Hann hevur hildið røðu fyri donsku politikarunum í Landstingssalinum, har løgmaður og løgtingsforkvinnan eisini vórðu boðin við.
Og klokkan 11 danska tíð var døgurði hjá drotningini á skránni á Christiansborg. Og millum tey 15 fólkini, sum skuldu eta saman við drotningini, krúnprinsahjúnunum og ukrainsku forsetahjúnum var eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Vit vita ikki, um Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnan eisini er við til døgurðan.
Tá tey eru liðug at eta fer Volodymyr Zelenskyj út á trappuna uttan fyri Christiansborg at halda røðu fyri danska fólkinum.











