Nú skulu vraklutirnir kannast

Í løtuni er ógreitt, um tað, sum er funnið, hevur nakað við kavbátin Titan at gera.

Amerikanska bjargingartænastan sigur á Tvitter seint seinnapartin í dag, at nú eru vraklutir funnir í leitingarøkinum, har leitað verður eftir kavbátinum, Titan.

 

Tað er ein fjarstýrdur minikavbátur, sum hevur funnið lutirnar, men í løtuni er ógreitt, um hesir hava nakað við horvnað kavbátin at gera.

 

Serfrøðingar skulu nú kanna vraklutirnar. Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar nú seinnapartin, eitt nú BBC og Reuters.

 

Miðlarnir vita eisini at siga, at kallað er inn til tíðindafundar seinni í kvøld um gongdina í leitingini eftir kavbátinum, sum hvarv niður í dýpið sunnudagin.

 

Mett hevur verið, at teir fimm menninir, sum vóru í kavbátinum, tá hann hvarv niður í dýpið, høvdu ilt til 96 tímar, og hesir tímar eru nú runnir.