Nú eru vit 148 føroyingar fleiri

Í fjørð varð burðaravlopið meiri enn tvær ferðir so stórt sum fráflytingin

Í fjør vaks fólkatalið í Føroyum 148 fólk, ella 0,3 prosent.

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt yyir gongdina í fólkatalinum í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at nýggjársaftan búðu 48.308 fólk í Føroyum.

Hinvegin vísir uppgerðin, at tað fluttu 117 fólk fleiri fólk av landinum, enn tað fluttu til landið.

Men tað, sum bjargar støðuna, er, at burðaravlopið var 265, tvs, at tað vóru 265 fleiri bøn fødd enn tað doyði av fólki og sostatt vaks fólkatalið 148 fólk.


 

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum, sum fjølgaðist 233 fólk.

Í Norðoyggjum vaks fólkatalið 15 fólk, í Vágum vaks tað átta fólk og í Suðuroy vaks fólkatalið sjey fólk.

 

Í hinum trimum økjunum, í Sandoy, Eysturoy og í Norðurstreymoy, minkaði fólkatalið tilsamans 115 fólk.


 

- Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í 2013 var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum, sigur Hagstovan.