Nú eru tey øgiliga glað og spent

Nú verður pride-skrúðgonga loksins aftur í Havn eftir ein steðg í tvey ár

Tað plaga at vera túsundtals fólk við í skríðgonguni

Vit eru so ómetaliga glað og spent endiliga at kunnu bjóða tykkum øllum á Faroe Pride. Soleiðis sigur LGBT-Føroyar í eini fráboðan í dag. Upp undir ólavsøku plaga tey at hava Pride-skrúðgongu í Havn, men hesi bæði seinastu árini hevur korona sett fót fyri tað. Men í ár verður skrúðgongan aftur og tað verður mikudagin 27. juli, at hon verður. Tað verður Elisa Vang, sum fer at seta ársins pride við og Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously, standa fyri tónleikinum

 

Sum vanligt byrjar skrúðgongan, við Tórsvøll. Upphiting byrjar við Tórsvøll klokkan 15.30 saman við Havnar Hornorkestri og og har fáa tey, sum eru við í skrúðgonguni,  skelti, fløgg og annað litfagurt, og eisini verður dansur og andlitsmáling.

 

Síðani fer skrúðgongan oman eftir Hoydalsvegnum, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum annars verður stongt.

 

– LGBT+ Føroyar heitir á øll, ið vilja hava einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride - til gaman og álvara, sum tey siga.

 

Tað plaga at vera túsundtals fólk við í skríðgonguni