Nú eru okkara U20-menn aftur favorittar

Favorittstøðan í dystunum hjá okkara monnum hevur sveiggjað aftur og fram

Í morgin klokkan 12 spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti móti Noregi í niðara millumspælinum í EM-endaspælinum í Portugal.

 

Klára okkara menn eina endastøðu millum 10 tey fremstu londini sleppa teir til U21 HM komandi ár, og vinna næsta áganginum luttøku til EM U20 endaspælið í 2024. Klára okkara eina topp 13 endastøðu, so sleppa vit til EM U20 endaspælið í 2024. So her er veruliga nógv at spæla fyri.

 

Føroyar spæla móti Pólandi klokkan 12 mikudagin. Dystirnir síggjast á kvf.fo. 

 

Póland og Slovenia hava tvey stig, og Føroyar og Noreg hava einki stig í bólki 1.

 

Tvey tey ovastu í bólkinum skulu spæla um endastøðurnar 9 til 12, og tvey tey niðastu skulu spæla um endastøðurnar 13 til 16.

 

Í innleiðandi bólkadystunum móti Danmark og Ungarn vóru mótstøðuliðini hjá okkum favorittar til at vinna dystin. Í innleiðandi bólkadystinum móti Slovenia vóru okkara menn favorittar til at vinna dystin.

 

Nú eru vit aftur favorittar hjá veddingarfyritøkunum nú Noreg er mótstøðuliðið.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1,40 og 1.50. Oddsini uppá norskan sigur liggja millum 3,00 og 3,50.

 

Noreg tapti í innleiðandi bólkinum allar tríggjar dystirnar. Teir taptu 25-38 (10-18) fyri Spania, 26-35 (13-16) fyri Portugal, og 26-32 (10-15) fyri Pólandi.

 

Her eru oddsini hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum uppá dystin í morgin: 

 

##med2##