Í gjár vandu tveir nýggir spælarar við KÍ. Talan er um svenska málverjan, Nils Jonatan Johansson, og Issah Ahmed Latif úr Ghana, ið kann spæla bæði á bakkinum og á vonginum.
KÍ keypti 20 ára gamla Issah Ahmed Latif miðskeiðis í mars mánaði, men hann hevur ikki fingið ferðavisa fyrr enn nú. Í Klaksvík hava tey bíðað leingi eftir ganesaranum, sum nú kann spæla við KÍ.
Hin spælarin er svenski málverjin, Nils Jonatan Johansson. Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, hevur spælt saman við svenska málverjanum í Notodden í 2016-2017. Í fyrstu atløgu er ætlanin, at Markus Pettersen skal verða fyrstaval, sigur venjarin í samrøðu við Norðlýsið.