Nú eru nógv færri blaðungar mammur í Føroyum enn fyrr

Fyri 50 árum síðani var støðan nógv øðrvísi

Í Føroyum eru tað alsamt færri kvinnur, sum verða mammur ímeðan tær enn eru tannáringar. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Í dag eru 4,5 børn fyri hvørjar 1000 kvinnur í Føroyum í tannáringaaldri og tað er nógvar ferðir minni enn fyri 50 árum síðani, tí tá vóru 75 børn fyri hvørjar 1000 tannáringa-kvinnur.

 

Men annars eru tølini í Føroyum hægri enn í øðrum norðanlondum, tí fyri hvørjar 1000 kvinnur í tannáringaaldri í Danmark, eru 0,9 børn og í Íslandi eru 3,3 børn fyri hvørjar 1000 kvinnur í tannáringaaldri.

 

Hinvegin eru fleiri blaðungar mammur í Bretlandi og í Týsklandi, tí har eru 5,9 børn fyri hvørjar 1000 tannáringa-kvinnur.

 

##med2##

 

Men taka vit eitt land, sum USA, er støðan heilt øðrvísi, tí har verða munandi fleiri mammur í tannárunum. Tær fáa nevniliga 20,3 børn fyri hvørjar túsund kvinnur í tannáringaaldri.

 

Í Ghana eru tey í eini uppaftur heilt aðrari støðu, tí har eru heili 70 børn fyri hvørjar 1000 kvinnur í tannárunum. 

 

Sí eisini talvurnar niðan fyri, sum vísa støðuna í ymsum londum, samanborið við støðuna í Føroyum.

 

##med3##

 

##med4##

 

Hendan talvan vísir føðitíttleikan hjá mammun í tannárunum í Føroyum hesi seinastu 50 árini