Nú eru níggju føroysk frystilínuskip í íslendskum sjógvi

- Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi. Væntandi verður tó nakað av útróðri

Í løtuni eru níggju føroysk frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt frystilínuskip kemur inn at landa í næstu viku.

 

Ísfiskalínuskipið, sum er eftir, liggur við bryggju í løtuni. Teir fara væntandi útaftur, tá veðrið verður til vildar.

 

Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi.

 

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.