Men óansæð hvussu nógv hann nístur, so er tað ein óreingiligur veruleiki, at áðrenn Sámal P. í Grund fór undir at kanna undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði í Íslandi, var ikki eitt klovið oyra sett á fíggjarlógina til fasta sambandið um Vestmannasund.
Tað er eisini ein óreingiligur veruleiki, at orsøkin til tann politiska glantrileikin, ið fór fram, tá serstakur grunnur varð settur á stovn, hevði eittans endamál og tað var at bjarga samgonguni.
Tað er eisini ein óreingiligur veruleiki, at óansæð um samgongan hevði sitið valskeiðið út, so hevði løgmaður syrgt fyri, at eingin lóg varð løgd fram viðvíkjandi hesum so nógv umrødda grunni.
Tá valevni fyri Vága valdømi harafturat breggja sær av og í fullum álvara fyrigykla fyri verljaranum, at settar verða so og so nógvar milliónir av á fíggjarlógunum fyri 1999 og ár 2000, tá skal ikki meira enn vanligt vit og skil til at finna útav, at tað er matador-peningur, ið hesi valevni sita og spæla sær við.
Frank Davidsen