Nú eru fleiri reyð kort komin

Tað eru longu nú fleiri reyð kort komin hetta kappingarárið, enn tað kom samanlagt farna kappingarár

Eitt sum hevur eyðkent byrjanina av Effo-deildini í ár, er at tað eru komin óvanliga nógv reyð kort teir fyrstu dystirnar.

 

Les eisini: 10 reyð kort!

 

Longu aftaná 4 umfør, vóru 10 reyð kort komin hetta kappingarárið, og tann gongdin hevur hildið fram.

 

Aftaná 12 umfør, eru heili 23 reyð kort komin í Effo-deildini higartil í ár, og er tað eitt fleiri enn samanlagda talið fyri reyð kort í fjør, sum var 22 reyð kort.

 

Tað skal tó viðmerkjast, at talið av reyðum kortum í fjør, er tað lægsta talið hesi seinastu 10 árini.

 

Niðanfyri ber til at síggja hvussu nógv reyð kort eru komin samanlagt eftir kappingarárið, tey seinastu 10 árini.

Hægsta talið fyri reyð kort í einum kappingarárið, var í 2006, tá heili 47 reyð kort vóru givin.

 

Hagtøl frá 2015 til 2005, sambært faroesoccer.com:

 

2015: 23 reyð kort eftir 12 umførum

 

2014: 22 reyð kort

2013: 33 reyð kort

2012: 35 reyð kort

2011: 33 reyð kort

2010: 27 reyð kort

2009: 36 reyð kort

2008: 28 reyð kort

2007: 37 reyð kort

2006: 47 reyð kort

2005: 25 reyð kort