Nú eru bert 14 smittað við koronu

Eingin nýggjur koronutilburður var í gjár

Talið á koronusmittaðum er støðugt minkað seinastu tvær vikurnar, og hóast útlit vóru fyri vøkstri í smittuni eftir ólavsøku, hendi tað ikki.

 

Í gjár var eingin nýggjur tilburður av covid-19 staðfestur. 1.281 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

 

Í løtuni eru 14 smittað í Føroyum. Eitt skifti í juli vóru omanfyri 130 smittað samstundis onkran dag.