Nú eru báðir bannaðir

Nú er varaforsetin í FIFA eisini bannaður frá starvi sínum í 90 dagar.

Í gjár bórust tíðindini um, at FIFA-forsetin Sepp Blatter, fór at vera bannaður frá sínum starvi í 90 dagar, meðan kanningararbeiðið um muturgølurnar varð gjørt.

 

Í dag hevur FIFA so valt eisini at bannað varaforsetanum í FIFA, sum eisini er forseti í UEFA, Michel Platini frá sínum starvi, somuleiðis í 90 dagar, saman við aðalskrivaranum Jerome Valcke. Hesum boðar BBC frá.

 

Fyrrverandi varaforsetin, Chung Mong-joon, er bannaður frá felagsskapinum í seks ár og hevur fingið eina bót á yvir 680.000 krónur.

 

Tað er etiska nevndin í felagsskapinum, ið hevur tikið hesar avgerðir. Hon grundgevir avgerðirnar, við at vísa til ákærurnar móti teimum um mutur, sum millum annað umfatar eina peningaflyting á gott og væl 15 milliónir krónur frá Sepp Blatter til Michel Platini, í kjalarvørrinum av, at Michel Platini kunngjørdi, at hann ikki fór at stilla upp til forsetavalið móti Sepp Blatter fyri nøkrum árum síðani.

 

Hetta fer væntandi at skaða møguleikarnar hjá Michel Platini at gerast forseti í FIFA. Millum annað hevur føroyska fótbóltssambandið, FSF, áður boðað frá, at tað hevði stuðlað Michel Platini, um hann stillaði upp.