Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið 114 fólk.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum frá 1. september í 2012 til 31. august í 2013.
Sostatt búðu 48.151 fólk í Føroyum tann 31. august í ár.
Í tólvmánaða skeiðinum frá 1. september 2012 til 31. august 2013, var burðaravlopið 227 og nettoflytingin var -113. Sostatt vaks fólkatalið 114 fólk.
Størsti fólkavøksturin var í høvuðstaðarøkinum, har fólkatalið vaks 189 fólk, ella 1,1 prosent.
- Í Vágum vaks fólkatalið fimm fólk, ella 0,2 prosent og í Norðoyggjum vaks fólkatalið seks fólk, ella 0,1 prosent.
- Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið tilsamans 86 fólk og størsta minkingin var í Eysturoy, har fólkatalið minkaði 43 fólk, ella 0,4 prosent.
Í Sandoy minkaði fólkatalið 20 fólk, ella 1,2 prosent og í Suðuroy minkaði fólkatalið sjey fólk, ella 0,1 prosent. Í Streymoy minkaði fólkatalið 16 fólk, ella 0,3 prosent.
Hagstovan sigur, at orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at hetta síðsta árið hevur burðaravlopið verið tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum.