Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør, frá januar til novembur, innfluttu vit fyri 11,3 milliardir krónur úr útlandinum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt var innflutningurin í fjør heili 33 prosent størri enn hann var frá januar til novembur í 2021. Verða skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 23 prosent.
Hagstovan sigur, at nú sær tað út til, at innflutningurin sær út til at verða komin í hæddina og at tann stóri vøksturin ið hevur verið seinastu mánaðirnar, er nú avhæsaður.
Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 75 prosent meira frá januar til novembur í fjør, enn í sama tíðarskeiði í 2021.
Annars er innflutningurin av vanligum nýtsluvørum bara hækkaðir eitt prosent. Hann var góðar 1,8 milliard frá januar til novembur í fjør, so tá ið havt verður í huga, at prísirnir eru nógv hækkaður, er nøgdin á tí, vit hava innflutt, minkað nakað væl. Tað er annars ymiskt, hvussu prísvøksturin ávirkar innfluttu nøgdirnar. Eitt nú sær út til, at minni verður innflutt av byggitilfari, flutningsførum og vanligum nýtsluvørum, men nøgdin av tilfari til hav- og landbúnaðin ikki er minkað, hóast stórur prísvøkstur hevur verið seinasta árið.
Í novembur í fjør innfluttu vit fyri 223.000 krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.