Tann fyrsta august búðu 54.200 fólk í Føroyum og tað er 1,3 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Tqað sigur Hagstovan, men tey vísa eisini á, at vøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, er hæsaður av, tí nú veksur fólkatalið ikki so skjótt longur. Hagstovan sigur, at ein fjórðingur av vøkstrinum hetta seinasta árið er eitt burðaavlop upp á 160 fólk og samstundis hevur nettotilflytingin verið 540 fólk. Burðaravlopið er munurin ímillum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.
Hagstovsan staðfestir, at burðaravlopið er minkað niður helvt av tí tað hevur verið og tað merkir, at færri børn eru fødd og fleiri fólk eru deyð. Hinvegin er nettoflytingin størri enn hon hevur verið. Gongd er aftur komin á flytingarnar ímillum Føroyar og Danmark síðani korina hæsaði av aftur
Úrslitið er sum er, flyta gott og væl 40 fólk fleiri til Føroya um mánaðin enn tað flyta av landinum og tað er eitt sindur meir enn vanligt hevur verið. Annars eru fleiri fólk deyð hetta seinasta árið enn vanligt. Í fleiri ár var gongdin tann, at í miðal 30 fólk doyðu um mánaðin. Seinastu seks mánaðirnar er hetta broytt, og nú doyggja um 45 fólk í miðal um mánaðin.