Skaðin, sum kom á pierin til innsiglingina til bátahylin í Sørvági í februar í ár, er nú umvældur.
Tað var illveður, og hann lá við vesturætt og sera stórari aldu vestan fyri henda dagin.
Tilkomin fólk í Sørvági, sum In.fo skifti orð við, søgdu seg ikki minnast at hava sæð slíkan sjógang í Sørvági áður.
Nú hevur fyritøkan Articon verið í Sørvági og hevur umvælt skaðan, sum grótfyllingin fekk henda dagin.