Síðani í summar hevur tað verið heldur tómligt á hotellunum kring landið. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at bæði í septembur og í oktobur í fjør hava færri fólk gist á hotelli enn somu mánaðir í 2021 og tann gongdin heldur fram nú í novembur.
Uppgerðin hjá Hagstovuni sigur, at í novembur í fjør vóru góðar 8.000 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 2.300 gistingar, ella ein fjórðingur færri enn í sama mánað í 2021. Gistinætur vísir, hvussu nógvir, og hvussu leingi, persónar gista á gistingarhúsum. Eru tað 10 fólk, sum gista í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur.
Flestu gistingarnar eru framvegis í Havn tí á hotellunum á bygd er ikki nógv virksemi. Í november í fjør vóru 93 prosent av gistingunum í Havn og tað er sama býti, sum í november í 2021.
Í november í fjør áttu føroyingar 44 prosent av gistináttunum. Tað er seks prosentstig hægri enn í november í 2021. Ferðafólk úr Danmark, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark, áttu ávikavist 30 prosent og 26 prosent av gistináttunum.
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Í novembur í fjør vóru bara 28 prosent av kømrunum vóru brúkt og tað er væl minni enn í novembur í 2021, tí tá vórðu 35 prosent av kømrunum brúkt.
Men sum heild hevur tað gingið væl betur hjá gistingarhúsunum í fjør enn í 2021. Hagstovan sigur, at ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør hava tað verið yvir 30 prosent fleiri gistingar enn tað vóru frá januar til novembur í 2021. Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2021 vóru nevniliga 167.000 gistingar á føroysku gistingarhúsunm og í sama tíðarskeiði í fjør vóru 219.000 gistingar.