Nú er the Beatles á Spotify

Jólaaftan fingu nógvir tónleikafjepparar eina góða jólagávu, tá partur av tónleikaarvinum eftir the Beatles gjørdist tøkur á Spotify.

Líkt er til, at serliga tey yngru hava gjørt sær dælt av hesum møguleikanum. Hagtøl frá Spotify vísa, at tveir triðingar av teimum, sum hava lurtað eftir the Beatles, eru yngri enn 34 ár.

Best umtóktu Beatles-løgini á Spotify hava verið hesi:

1. "Come Together"
2. "Let It Be"
3. "Hey Jude"
4. "Love Me Do"
5. "Yesterday"
6. "Here Comes The Sun"
7. "Help!"
8. "All You Need Is Love"
9. "I Want To Hold Your Hand"
10. "Twist And Shout"

Tónleikurin hjá the Beatles gjørdist tøkur á iTunes í 2010.