Nú er Svøríki nærri Nato

Í dag veit Reuters at siga, at tjóðartingið í Ungarn fer at atkvøða um svenskan Nato-limaskap mánadagin komandi.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

Nú bendir alt á, at Svøríki umsíðir fer at fáa limaskap í verjusamgonguni, Nato. 

 

Eftir at Russland leyp á Ukraina fyri sløkum tveimum árum síðan, gjørdu Svøríki og Finnland av at søkja um Nato-limaskap.

 

Londini søktu samstundis, men millum táverandi 30 limalondini í felagsskapinum, settu Turkaland og Ungarn sett upp ímóti, at londini skuldu gerast limir.

 

Umsíðir eydnaðist tað Finnlandi at gerast limur, og nú er líkt til, at tað ikki fer at ganga so long tíð aftrat, til Svøríki eisini verður limur í Nato.

 

Fyri at taka nýggj limalond upp í verjusamgonguni, krevst, at tjóðartingini í øllum verandi Nato-londum eru samd um upptøkuna.

 

Herfyri samtykti turkiska tjóðartingið, at Svøríki kann gerast limur, og forseti landsins hevur eisini undirskrivað samtyktina.

 

Men, enn er Ungarn eftir, sum hitt seinasta landið í Nato at siga ja - ella nei - til svenskan limaskap í verjusamgonguni.

 

Í dag veit tíðindastovan Reuters at siga, at tjóðartingið í Ungarn fer at atkvøða um svenskan limaskap mánadagin komandi.

 

- Hetta vísa netsíður hjá tjóðartinginum í Ungarn, veit Reuters at siga í dag.

 

Finnland gjørdist limaland í Nato nummar 31, og eydnast tað eisini Svøríki at gerast limur, verður Svøríki limaland nummar 32.

 

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.