Henda myndin er 25 ára gomul. Hon varð tikin ólavsøkudag í 1988, tá ið skrúðgongan var á veg úr dómkirkjuni og niðan aftur undir tinghúsið.
Tá var skrúðgongan í tveimum røðum, og danski myndugleikin í Føroyum setti stóran dám á. Fremstir gingu Atli P. Dam, løgmaður, og Bent Klinte, ríkisumboðsmaður, sum var í eyðkenda búnanum. Aftanfyri teir gingu Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, og Eivind Vilhelm, varabiskupur. Aftaná varabiskup gingu fútin og sorinskrivarin og so prestarnir, og aftaná løgtingsformannin gingur landsstýrismenninir og síðarni løgtingsmenninir.
Í stýrisskipanin, sum varð samtykt í 1994, er staðfest, at løgtingsformaðurin gongur fremstur í skrúðgonguni, og at tað er hann, sum skipar skrúðgonguna. Síðani 1998 hevur hon verið skipað í trimum røðum. Fremstir ganga løgtingsformaðurin, løgmaður og biskupur.
Aftanfyri løgtingsformannin ganga formansskapurin í tinginum og síðani tingmenninir. Tann, sum hevur sitið flest ár á tingi, gongur fremstur.
Aftanfyri løgmann gongur varaløgmaður og síðani landsstýrismenninir. Tann, sum hevur sitið flest ár í landsstýrinum, gongur fremstur av teimum.
Aftanfyri biskup gongur dómprósturin og síðani presturin, sum prædikar á ólavsøku og síðani prestarnir. Tann, sum hevur verið prestur longst, gongur fremstur.