Nú er skjótt klárt at fara aftur í 80'ini

Fyrireikingarnar til ársins 80'aratiltak í Hoyvíkshøllini koyra í fulldrøn.

 

Tað verða Showmenn, sum fara at spæla 80'aratónleikin til ársins brak í kvøld, og tá in.fo vitjaði í Hoyvíkshøllini fyri løtu síðani, vóru teir tríggir úr Showmonnum, James Olsen, Jens Marni Hansen og Kim Hansen í ferð við at seta instrumentini upp. Við at hjálpa sær í kvøld og í nátt hava teir Finn Hansen á tangentarnar og blásararnar Mortan og Zachariassen og Ólav Olsen. Afturat í Showmonnum er eisini Jóhannus á Rógvi.

 

Tað verður upp á skift livandi 80'aratónleikur og tónleikur frá 80'ara-plátuvendarunum Niels Jensen og Finn Jensen. Og teir eru rættiliga farnir aftur í 80'ini, tí teir hava við sær plátuspælarar og vinylplátur, so tað verður akkurát sum í 80'unum.

 

Ljóðmenninir frá Ljóðtøkni hava eisini fyrireikað seg væl, og plátuspælararnir eru settir upp við umhugsni, tí undir teimum er bæði skúmgummi og tungir betongflísar fyri at sleppa undan ristingum – sum tó eiga at vera, tí tær eru partur av afturhvarvinum til 80'ini.

 

Tiltakið í Hoyvíkshøllini byrjar klokkan 23, og at tað verður fult hús er púra vist, tí atgongumerkini er útseld fyri langari tíð síðani.


Í kvøld spælir Rás2 80'ara tónleik til á midnátt!