Fyri fyrstu ferð síðani síðsta val sendur reyði vongur nú til at vinna fólkatingsvalið í Danmark. Men sigurin verður ikki vunnin á heimavølli. Tað eru umboðini úr Norðuratlantshavi, sum tryggja Helle Thorning-Schmidt sigurin.
Tað er nýggjasta veljarakanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio, sum vísir, at tað stendur á jøvnum millum blokkarnar í Danmark. Býtið er nú 88 fólkatingsumboð til bláa blokkin og 87 til reyða blokkin. Men aftur at hesum 175 fólkatingsumboðum koma tey fýra úr Føroyum og Grønlandi. Í Grønlandi verður tað mett sum so at siga 100 prosent vist at Siumut og IA fáa hvørt sítt umboð – sum bæði stuðla Thorning. Um so eisini afturval verður í Føroyum av Sambandsflokki og Javnaðarflokki, so vendir støðan soleiðis, at reyði vongur fær 90 og blái vongur 89.
Í fólkatinginum, sum varð valt seinast, hevur stjórnin tríggjar sessir í meiriluta. Tað vil so siga, at tað eru tey trý umboðini fyri Siumut, IA og Javnaðarflokkin, sum til samans tryggja stjórnini meirilutan. Men sambært nýggjastu kanningini, so er hvør teirra tann avgerandi atkvøðan.
Hjá reyða veingi eru tað Javnaðarflokkurin og nýggi flokkurin Alternativið, sum vinna. Í bláa blokki er tað serliga Vinstri sum missir og Danski Fólkaflokkurin sum vinnur stórt.