Nú er rættilig gongd komin á

- Arbeiðið at gera teir nýggju goymslutunlarnar er nú rættiliga komið í gongd, sigur Havsbrún.

Arbeiðið at gera teir nýggju goymslutunlarnar í Fuglafirði er nú rættiliga komið í gongd.

 

- Tað vera tveir goymslutunlar inni í fjallinum. Hvør av teimum verður 250 metrar langur og 16 metrar breiður, og tunlarnir koma at rúma umleið 10.000 tonsum av mjøli.

 

Havsbrún veit at siga, at tvær innkoyringar verða til tunlarnar, ein við omankoyringina millum mjøldeildina og fóðurdeildina og hin við omankoyringina millum gamla Pelagos og landarahúsið.

 

- Tann heimara innkoyringin verður 147 metrar djúp, og hin verður 112 metrar djúp.

 

Lagt verður aftrat, at meðan arbeiðið fer fram, er vegurin frá gamla Pelagos og norður til Netavirkið stongdur fyri ferðslu, og øll ferðsla er beind oman um Havsbrún.

 

- Hetta verður ein nógv trafikkerað farleið teir næstu mánaðirnar, og fólk mugu ansa væl eftir, tá tey ganga ella koyra á hesum strekki.

 

Havsbrún vísir á, at meðan arbeiðið við tunlunum fer fram, kunnu bilar ikki parkerast omanfyri mjøldeildina og fóðurdeildina.

 

- Fólk verða tí biðin um at parkera soleiðis, at høvuðsferðsluæðrin niðanfyri Havsbrún ikki verður darvað, verður lagt aftrat.