Navnið var North Atlantic Fish Fair. Í dag kallast hon bara Atlantic Fair. At orðið “fish” var partur av navninum, gjørdi, at fyritøkur, sum eitt nú veita tænastur til frálandavinnu, hildu seg aftur.
- Nú fevnir stevnan breiðari, og í breiðari merking vendir Atlantic Fair sær til sjóvinnu í síni heild, sigur fyriskiparin, Áki í Skemmuni.
Vinnustevnan Atlantic Fair verður hildin í Klaksvík í døgunum 12.-14. mai, og hetta verður á triðja sinni, at hon verður hildin í Klaksvík.
Tað er KÍ-høllin og Badmintonhøllin, sum saman eru karmur um stevnuna, ið húsast á umleið 2000 fermetrum tilsamans. Stívliga 80 básar verða í báðum hallunum, men talið av framsýnarum liggur um 170.
Føroyskar fyritøkur telja umleið helmingin av framsýnarunum, og síðan eru tað serliga grannalondini, ið eru væl umboðað. Framsýnarar eru eisini úr øðrum evropeiskum londum, og onkur einstøk fyritøka hevur heimstað uttan fyri Evropa, eitt nú í Ruslandi.
Á nøkrum básum er meira enn ein útbjóðari, og tað eru eisini fyritøkur sum hava felags bás.
Atlantic Fair verður opin týsdagin 12. mai frá klokkan 10-17, mikudagin 13. mai verður eisini opið frá klokkan 10-17, og hósdagin 14. mai verður framsýningin opin frá klokkan 10-16.
Fleiri fyrilestrar verða eisini, meðan Atlantic Fair er í Kaksvík.
- Umstøðurnar í Klaksvík til slík tiltøk eru rættiliga góðar. Tað hevur stóran týdning, at framsýningin er undir taki í mun til, tá hon í sínari tíð partvís var í tjøldum. Hevur tú eitt so stórt tiltak í tjøldum, gerast umstøðurnar so neyvt tengdar at veðrinum.
Fyriskiparin vísir á, at tá verður tað meira eitt lottarí, um alt skal eydnast til fulnar. Hann hevði einki havt ímóti, at plássið var enn størri, men hann heldur kortini, at hetta er júst til pass.
- Atlantic Fair er fullteknað, og her sleppa snøgt sagt ikki fleiri fyritøkur inn í hallirnar, sigur Áki í Skemmuni.
Framsýningin bar navnið North Atlantic Fish Fair, og sambært fyriskiparanum hevði hetta sínar avmarkingar, kanska serliga mótvegis útlendskum útbjóðarum og veitarum, sum eitt nú virka í frálandavinnuni.










