Á hátíðarhaldinum í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag eru røður hildnar, og fyri løtu síðan læt 94 ára gamla Harriet Krog Jensen, seinasta skotið av í stóru tunnilsbyggingini.
Hetta gekk fyri seg soleiðis, at Harriet Krog Jensen gav spreingimeistaranum í tunlinum boð um, at nú skuldi hann festa í fjúsið og lata seinasta skotið av.
Fólk í ítróttarhøllini sóu spreingimeistaran á stórskíggja, men júst tá hann læt seinasta skotið av, var myndin burtur eitt bil, men buldrið hoyrdist um alla ítróttarhøllina!
Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, segði, at seinasta skotið eisini er tikið upp á filmi og fer at kunna síggjast seinni.
Ávísir trupulleikar vóru við sambandinum undir hátíðarhaldinum og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum skuldi vera við á stórskíggja, hoyrdist ikki, men sást á skíggjanum.
Men, sum hátíðarhaldið leið, kom Jørgen Niclasen á skíggjan, og hann sigur beint í hesi løtu nøkur orð við fjøldina, sum er møtti til hátíðarhaldið. Hóast koronu, var landsstýrismaður í góðum hýri og helt eina bæði góða og stuttliga røðu.
Hetta er ein stór løta í Sandoynni, og hetta er ein stór løta fyri Føroyar, nú opið er undir Skopunarfirði, og fast samband skjótt verður við stóra grøna blettin, sum Sandoyggin er.
Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum bjóða til hátíðarhaldið, sum er í ítróttarhøllini á Sandi í dag, og eftir løtuna í sjálvari ítróttarhøllini, bjóðaði B71 kaffi og køkur í kantinuni.
Her er rættiliga nógv fólk, og her eru bæði umboð fyri kommunurnar í Sandoyar sýslu, og her eru umboð fyri bæði landsstýri og løgting, umframt ein rúgva av spentum og bjartskygdum sandoyingum.
Arbeiðið at byggja Sandoyartunnilin hevur gingið so væl, at arbeiðstakarin, sum er NCC við ymiskum undirveitarum, er fimm mánaðir framman fyri tíðarætlanina.
Tað var í 2018, at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin byrjaði, og sambært ætlanini letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu í 2023.
Her eru nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, sum er á Sandi í hesi løtu, og vit fara at venda aftur til ymiskt frá tiltakinum seinni.
Undir myndasøvn - ovast á In.fo - liggja fleiri myndir frá hátíðarhaldinum. Tú velur myndasavn, og fyrsta myndarøðin í savnini er frá hátíðarhaldinum í dag.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##