Nú er Norwegian størst

Fyri fyrstu ferð hevur norðurlendska flogfelagið Norwegian havt fleiri ferðafólk enn SAS

Nógv fólk vóru á flogi í juli mánaði, og eisini stóru norðurlendsku flogfeløgini kundu fegnast um økta ferðslu og góð tøl. Gleðin var tó ivaleyst størst hjá Norwegian, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð flutti meira fólk enn SAS í einum mánaði. 


Norwegian hevði 2,69 milliónir ferðafolk í juli mánaði, meðan talið hjá SAS var 2,59 milliónir fólk.

Fólk skulu helst venja seg við, at Norwegian verður størsta norðurlendska flogfelagið frameftir. Norwegian er nógv vaksið seinastu árini, og felagið heldur fram at keypa nýggj flogfør. Í ár fær Norwegian 11 nýggj flogfør.

Seinastu fýra árini er umsetningurin hjá Norwegian tvífaldaður, og roknað verður við, at vøksturin fer at halda fram komandi árini.