Nú er nógv bíligari at eiga hús í Føroyum

Prísurin á bústaðum er nógv lækkaður í Føroyum hetta seinasta árið

 

Tað er vorðið eitt sindur bíligari at búgva í Føroyum hetta seinast árið.

Men serliga er tað vorðið nógv bíligari at eiga hús í Føroyum.

Tað er úrslitið, nú Hagstovan hevur gjørt gongdina í prísunum í Føroyum hetta seinasta árið, upp

 

Hagstovan sigur, at frá 2013 til 2014 er tað sum heild vorðið eitt prosent bíligari at búgva í Føroyum.

Størstu ávirkanina á príslækkingina hava prísirnir á bústøðum, sum eru lækkaðir  sjey prosent.

Prístalið var 119,2 fyrsta og annan ársfjórðing, triðja ársfjórðin var tað 119,3 og fjórða ársfjórðing var prístalið 118,7.

Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 119,1 í 2014 samanborið við 120,3 í 2013. Prístalið er sostatt lækkað eitt prosent í 2014.

 

Í 2013 lækkaði brúkaraprístalið 0,6 prosent í miðal, men í 2012 vaks tað 2,1 prosent og í 2011 vaks tað 2,3 prosent.

Hagstovan sigur, at orsøkin til, at tað er vorðið so nógv bíligari at eiga hús ella íbúð, er fyrst og fremst tann, at rentan á íbúðarlánum er lækkað so nógv.

Hon er nevniliga lækkað heili 19,7 prosent, men harumframt er prísurin á brenniolju lækkaður 3,5 prosent.

 

Men prístalið er eisini lækkað í øðrum nýtslubólkum í 2014. Prísurin á klædnavørum og fótbúnaði er lækkaður 1,4 prosent, ymiskar vørur og tænastur eru lækkaðar 1,3 prosent ,og samskifti, altso telefon og internet, er vorðið 0,6 prosent bíligari.

 

Hinvegin hevur størsti prísvøksturin verið í bólkunum hotel og matveitarar við tað, at tað er vorðið 2,4 prosent dýrari at eta úti og gista á hotelli, innbúgv, húsbúnaður o.l, er dýrkað 1,3 prosent og flutningur er dýrkaður 1,3 prosent.

Sum heild eru matvøruprísirnir óbroyttir. Mestu broytingarnar eru, at fruktprísirnir eru farnir 4 prosent upp, og kaffi er farið 4,3 prosent niður, sigur Hagstovan.