Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið stórur.
- Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býaarheitið.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.
Hin 1. januar í 2018 búðu 1279 fólk í Nes kommunu.
- Sostatt er fólkatalið í kommununi vaksið við 223 fólkum. Hetta er ein vøkstur á 17,4 prosent seinastu fimm árini.
Í januar ætlar Nes kommuna at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.











